Kleyvarskapur, ódugnaskapur, arrogant framførsla av landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, hevur kostað hundraðtals arbeiðspláss og hundraðtals krónur í føroyskari framleiðslu.
Var tað nakra aðrastaðni í siviliseraða heiminum, so valdi ráðharrin sjálvur at loyst seg úr starvi ella, at statsministarin - ella í hesum føri løgmaður - gav honum sekkin uppá standandi fót.
Hóast ávaringar frá Bakkafrost í nógvar mánaðir og óteljandi áheitanir frá tingfólk og øðrum, so gjørdi Høgni - onki uttan tóm orð um lyfti at koma við onkrum.
Sjálvur sigur hann, at hann gjørdi tvey ymisk uppskot klár, har leiðslan á Bakkafrost segði, at hasi uppskotini broyta onki til tað betra.
Deildarleiðari á Bakkafrost svarar í Degi og Viku, at Høgni var altíð vælkomin á gott hjá teimum, tí tey vistu, hvat skuldi til fyri at loysa trupulleikan. Men Høgni velur, sera arrogant ikki at tosa við Bakkafrost og ger so hareftir tvey misfostur av uppskotum, sum hann sjálvur sigur Bakkafrost vrakaði, áðrenn tey blivu løgd fram.
Haldi bara at slíkur landsstýrismaður eigur at fara frá, tí fylgirnar av hansara kleyvarskapi og hansara arrogansu hava kostað okkara fólki alt ov nógv.
Um okkara løgmaður ikki er maður fyri at vísa slíkum landsstýrisfólk út gjøgnum dyrnar, so eigur løgtingið at gera tað beinanvegin. Høgni er sjálvur serkønur í misálit á onnur landsstýrisfólk og kanningar fyri rættiliga nógva milliónir fyri at koyra landsstýrisfólk frá.
Høgni, far sjálvboðin frá beinanvegin!
Anskar Hansen