Høgni Hoydal: Kom og skipa fólkaræði í Føroyum

Mong hava hug at skríggja og venda allari politisku skipanini bakið, tí valdsmisnýtsla og vitloysi halda á undir sitandi stjórn. Men vit kunnu væl skipa veruligt fólkaræði í Føroyum, sum beinanvegin hevði vent misáliti til vón og álit. Her eru fimm ítøkiligar broytingar, ið eru klárar og hava verið lagdar fram á ting fleiri ferðir

 

 

Høgni Hoydal

 

Umkalfatringin av skattaskipan og pensjónsskatting. Landsbankamálið. Politiska gávubúðin til tey úrvaldu í fiskivinnuni. Útsølan av okkara landi í tunnilsmálinum. - Ja, listin er ræðandi av málum, har ein tilvildarligur meiriluti setur alt til viks og við rossahandlum og valdsmisnýtslu trumfar sítt ígjøgnum.

 

Men hetta má ongantíð kunna henda og koma fyri – uttan mun til, hvør situr við valdið. Tí mugu vit skipa fólkaræði í Føroyum.

 

Vit liva í eini politiskari skipan, har vit ikki hava tikið fulla ábyrgd av okkum sjálvum sum tjóð. Og har fólkið í Føroyum ongantíð hevur samtykt, hvussu landið og valdið skal skipast - við lógum, rættvísi, rættindum, skyldum og ábyrgdum.Vit hava ikki eina grundlóg/stjórnarskipan, sum er samtykt av fólkinum, og har fólkið hevur evsta valdið. Men vit hava møguleikan at gera nakað við tað, heldur enn at fella í fátt.

 

Vald skal valdast

Millum annað tí eri eg sannførdur tjóðveldismaður. Øll hugsjónin hjá Tjóðveldi byggir á fólkaræði – at fólkið í landinum skal hava evsta ræðið, ábyrgdina og somu rættindi og skyldur.

 

Fólkaræði snýr seg ikki um – sum so ofta verður sagt – at meirilutin ræður. Nei, fólkaræði snýr seg um, at valdið er avmarkað. Tað snýr seg um at verja minnilutar, so at onki kann trumlast ígjøgnum av einum meiriluta (ella einum minniluta), uttan at alt hevur verið fólkaræðisliga viðgjørt, lýst og eftirkannað. Og tað snýr seg um, at eitt valdsbýti er millum fremstu stovnarnar í landinum, har teir kunnu “skáka” hvør annan, so ongin kann leypa framav og fremjs dáragerðir yvir høvdinum á tí fólki, sum avgerðirnar raka. Stutt sagt, at alt vald skal valdast – og ein og hvør, ið vald hevur fingið, skal kunna haldast til svars fyri sínar gerðir.

 

Og tí vilja vit hava egna grundlóg/stjórnarskipan, sum fólkið í Føroyum hevur samtykt beinleiðis. Vit mugu leggja grundina til tess at reisa okkum sjálv og reisa tær skipanir, ið skulu bera tjóðina fram.

 

Fimm ítøkilig uppskot

Í teimum uppskotum til grundlóg/stjórnarskipan, sum vit hava havt um hetta á tingi (og tíverri eru feld), skal eg bert nevna fimm ásetingar, ið beinanvegin kundu broytt misálit til álit og vón í okkara politisku skipan:

 

1.      Ein løgmaður/forsætisráðharri skal leggja frá sær, tá val er útskrivað. Og hann skal ikki kunna útskriva val. Tað skal bert tingið hava heimild til.

Alt ov nógv vald liggur hjá løgmansembætinum. Í dag sita løgmenn í starvinum, hóast val hevur verið, og hann hevur eyðsýndan politiskan fyrimun eftir eitt val at tryggja sær framhaldandi vald. Og fær hann ikki misálit, kann hann sita so at siga óendaliga tíð. Umframt tað, so kann løgmaður í dag skriva val út – eisini hóast hann hevur fingið misálit. Hetta forðar tingfólki í at atkvøða sakliga í málum ella at atkvøða fyri misáliti, tí so missa tey sín sess automatiskt.

 

2.      Ein triðingur av tingfólki skal kunna krevja fólkaatkvøðu i einum tingmáli.

Hetta er skipan, tey hava í mongum londum. Tað tryggjar móti valdsmisnýtslu og tryggjar fólkaræðisliga viðgerð og valdsskáking. Í bæði landsbankamáli, pensjónsskatting, fiskivinnugávubúð og tunnilsmáli – ella yvirtøkulóg og uttanríksipolitiskari heimilfarlóg – hevði hetta verið týdningarmikið amboð. Tað hevði eisni tryggjað eitt nú sambandsfólki ímóti óttanum fyri, at ríkisrættarligar broytingar kunnu fremjast “overnight”.

 

3.      10% av veljaranunum kunnu við undirskrivt krevja fólkaatkvøðu um eitt mál.

Hetta er kend skipan í ávísum londum, og tryggjar eitt beinleiðis fólkaræði og eina valdsskáking frá fólkinum móti teimum politisku stovnunum (landsstýri og løgtingi).

 

4.      Ein triðingur av eini tingnevnd kann krevja almennar hoyringar í einum máli, har landsstýrisfólk, embætisfólk og onnur hava skyldu at svara bæði rætt og satt.

Hetta er eisini roynd skipan í øðrum londum. Hon tryggjar opinleika, almenna viðgerð og at tey, ið hava vald, verða hildin til svars. Hugsið tykkum bert, hvussu tað kundi verið nýtt í tunnilsmálinum. 

-           

5.      Alment innlit skal vera reglan og ikki undantakið.

Í til dømis Svøríki er alment innlit nógv meira víðfevnt enn í donsku skipanini, sum Føroyar hava kopierað. Reglan er, at alment innlit er í allar fyrisitingarligar avgerðir – og at tað skulu heilt serliga grundir fyri at nokta. Eitt nú at verja persónlig viðurskifti hjá vanligum borgarum ella ríkisáhugamál úteftir. Hetta hevði eisini broytt alla ábyrgd í okkara skipan og forðað fyri fjaldari valdsmisnýtslu.