Flaggdagshaldið í Runavíkar kommunu verður við Skótahúsið við Løkin klokkan 14 í dag.
Tað verður Høgni Hoydal løgtingsmaður, sum fer at halda flaggrøðuna, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla.
Ítróttarfólk og skótar verða biðin um at møta kl.13:30 við Skúlan við Løkin, haðani tey fara at ganga skrúðgongu út til skótahúsið.
Aftaná flaggdagshaldið bjóðar kommuna ein drekkamunn inni í skótahúsinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin!