Høgni hevur verið innskrivaður á universitetinum í Keypmannahavn á heilsuvísindaliga fakultetinum og verkætlanin er gjørd í samstarvi við Herlev og Gentofte sjúkrahús.
Opponentarnir vóru Julie Midtgaard, professari og forkvinna í dómsnevndini, Anders Bonde Jensen, professari og Anna Campbell, professari.
Vegleiðarar hava verið Dorte Lisbet Nielsen, professari, Julia Sidenius Johansen, professari, Carsten Bogh Juhl, professari, Anders Vinther, ph.d. og Cecilia Margareta Lund, dosentur.