Høgni fult álit á Páll

Í sambandi við málið um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil, hevur síðstu vikurnar verið greitt, at samgongan fer at fáa brúk fyri hjálp frá andstøðuni, tí tríggir samgongutingmenn taka ikki undir við einum privatum Eysturoyartunli.

Hetta hava Bárður Nielsen, Bjarni Djurholm og Jenis av Rana gjørt so mikið greitt, at samgongan hevur egnt eftir at fáa tveir tingmenn úr andstøðuni, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu, sum eisini eru úr Sandoynni, yvir í sín part.

Hóast flokkar teirra, ávikavist Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, ikki vilja hoyra taling um privatan Eysturoyartunnil, hevur samgongan dyrgt við at finna 150 milliónir krónur til ein almennan Sandoyartunnil, afturfyri at fáa neyðugu atkvøðurnar.

Gerhard Lognberg hevur sagt, at hann tekur ein Sandoyartunnil fram um alt, eisini Javnaðarflokkin, og í Sosialinum í dag róði Páll á Reynatúgvu fram undir tað sama, har tað stóð, at hann var til reiðar at verða koyrdur úr Tjóðveldi fyri at fáa undirsjóvartunnil í Sandoynna.

Men í tíðindunum á Rás 2 á miðdegi hevði Páll á Reynatúgvu aftur hug at draga eitt sindur í land, og floksformaður hansara, Høgni Hoydal, sigur í kvøld, at hann hevur fult álit á Páll á Reynatúgvu.

Hoyr samrøðu við tjóðveldisformannin við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.