Høgni er valdshugmóðigur

Føroya Reiðarafelag er í øðini inn á avgerðina hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at gjaldið fyri kvotur keyptar á uppboðssølu og veiðigjaldið ikki skal dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.

 

- Landsstýrið ger seg inn á galdandi sáttmálar, sigur Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag. Hann vísir á, at Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini regluliga hava lønarsamráðingar og at júst hetta, gjaldið fyri kvotur, verður viðgjørt hvørja ferð, og hvørja ferð eru Reiðarafelagið og manningarfeløgini tó vorðin samd um nýggjan sáttmála.

 

Herálvur Joensen er tí ovfarin, nú landsstýrið eftir øllum at døma setir galdandi sáttmála til síðis, enntá uttan serliga grundgeving.

- Tað er um okkara leiðir óhoyrt, at ein stjórn ger seg inn á ein galdandi sáttmála, og harvið frælsa samráðingarrættin millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Herálvur Joensen.

 

Føroya Reiðarafelag vil vera við, at hendan eina broytingin ger, at manningarnar á einum vanligum uppsjóvarskipi fær eina lønarhækking à 20 prosent.

- Fyri reiðaríini merkir uppskotið, at tey nú skulu bera alla útreiðsluna av veiði- og uppboðssølugjaldi, har manningarnar áður hava rindað millum ein fjórðing og ein triðing. Hetta kemur afturat tí, at landsstýrið hækkar veiðigjøldini, leggjur gjald á svartkjaft og selur partar av tilfeinginum á uppboðssølu, sigur Herálvur Joensen.

 

- Føroya Reiðarafelag undrast stórliga á, at landsstýrið ætlar at gera inntriv í galdandi sáttmála. Slíkt hendir vanliga bara í samfeløgum, ið vit ikki vilja samanberast við. Vit heita tí staðiliga á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at umhugsa hesa ætlanina av nýggjum, áðrenn hann leggur uppskotið fyri løgtingið, sigur Herálvur Joensen at enda.

 

Les skrivið frá Føroya Reiðarafelag her