Tað var trýst á Michael Schjønberg, 07 Vestur venjaranum og hansara monnum, sum í dag høvdu vitjan av B68 á Dungasandi í Sørvági.
07 Vestur hevði undan dagsins dysti bara tvey stig eftir tveir javnleikin á útivølli. Um tað í dag ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku ímóti B68, ið verður roknað sum eitt av liðunum, sum vágamenn eiga at vinna á, so fór at síggja illa út.
Nú er lagið gott á Dungasandi og yvirhøvur í Vágum. Tað sá heilt leingi út til, at tað ikki fór at eydnast at vinna ársins fyrsta sigur. Tað mesta gekk fyri seg millum brotsteigarnar, og málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir.
B68 hevði fleiri góðar møguleikar fyrra partin av seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Silas Eyðsteinsson, sum í dag var í 07 Vestur málinum, eftir at Ari í Haraldstovu Petersen vardi málið fyri einari viku síðani.
Steffan A. Løkin, Dabo og Sebastian Lau Nielsen vóru tætt við, men tað eydnaðist ikki B68 at skora, og at enda kostaði tað øll stigini.
Í evstu løtu var tað 07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen, sum skoraði málið, ið bar fyrsta 07 Vestur sigurin við sær. Ein sigur, sum seinni í ár kann fara at vísa seg at vera sera avgerandi.