Høgligari við Sandoyartunlinum

Men, Sandoyartunnilin tekur ikki brimið burtur í Skúvoy, sum ger, at oyggin liggur avskorin frá meginlandinum ein fittan part av vetrarhálvuni

Sandoyartunnilin ger tað høgligari hjá skúvoyingum, tá tey eru komin um fjørðin og upp á land á Sandi, tí tá kunnu tey koyra hagar, tey vilja.

 

Men, tunnilin tekur ikki brimið burtur, sum er við klettin í Skúvoy á vetrardegi.

 

Summarið komandi verður hitt fyrsta við Sandoyartunlinum, og tað hevur ikki verið óvanligt, at bólkar við ferðafólki vitja í Skúvoy í summarhálvuni. Um hetta tal verður størri í ár enn undanfarin ár, veit eingin.

 

Tað er tó ikki óhugsandi, at tað kann gerast ein ávísur trupulleiki hjá skúvoyingum at sleppa um fjørðin við Sildberanum, tí báturin kann gerast fullur av ferðafólki ávísar túrar í viku.

 

Í Skúvoy verður sagt, at tað onkuntíð er hent tvær ferðir sama dag, at skúvoyingar eru komnir oman á bryggjuna, men eru ikki slopnir við, tí skipið var fult.

 

Tá høvdu ferðaløg biðið um øll plássini umborð.

 

Tað kann tískil gerast ein trupulleiki hjá skúvoyingum, um ferðafólkastreymurin út til Skúvoyar fer at veksa í betru tíðini av árinum, nú Sandoyartunnilin er komin. Aftrat Sildberanum, hevur Skúvoyggin eisini tyrluna tríggjar ferðir um vikuna.