Høgætt og 10 stig næstu dagarnar

Føroyska veðrið er langt vekk frá hitabylgjuni har suðuri í Europa

Føroyska Veðurstovan roknar við, at høgættin verður liggjandi restina av vikuni. Tað verður samdrigið mesta av tíðini, og serliga norðanfyri fer at æla. Møguleiki er fyri onkrum sólglottum, men hitin kemur valla upp um 10 hitastig næstu dagarnar.

 

Føroyska Veðurstovan sigur, at í dag vera 8-13 m/s av útnyðringi, samdrigið og ælaveður, serliga í norðara parti av landinum. Í kvøld verður mest turt, men í støðum einstøk æl, serliga norðanfyri. Hitin í dag verður millum 9 og 12 stig, í nátt niður í 7 stig.

 

Mikudagin vera 8-13 m/s av utnyðringi, samdrigið og fyri tað mesta turt. Onkrar løtur einstøk æl, serliga norðanfyri. Hitin verður millum 7 og 10 stg.

 

Hósdagin vera 8-13 m/s av útnyðringi, sum fralíður minkandi niður í 5-10 m/s. Samdrigið og einstøk æl, men eisini sólglottar í støðum. Hitin verður millum 7 og 10 stig