Høg valluttøka um landið

Alla staðni boða valstýrisformenn frá høgari valluttøku áðrenn døgurða.

Valhølini lótu upp klokkan 10 í morgun og nógv hava longu greitt atkvøðu. Um alt landið boða valstýrisformenn frá høgari luttøku áðrenn døgurða.

 

Ofta verður sagt, at veðrið spælir ein leiklut, og um so er má sigast, at tað vallast gerast betri veðurumstøður á einum valdegi enn í dag.

 

Uttanfyri høllina á Hálsi í Havn var bíðirøð eftir at sleppa inn klokkan 10 í morgun. Onkur helt fyri, at tá fólkatingsval var herfyri, opnaðu valstøðini klokkan 9 og tí var røðin heldur longri enn vanligt í morgun. Um so er, vita vit ikki, men myndamaður okkara var ein túr á Hálsi og tók nakrar myndir av størsta valstaðnum.