Todi Jónsson segði á sinni, at Roy Hodgson var besti venjarin, sum hann nakran tíð hevði havt.
Og í øllum førum hevur bretin fingið góð úrslit, nú hann hevur verið landsliðsvenjari hjá Finnlandi. Somikið góð, at Finnland ongan tíð hevur verið somikið nær viðat spæla seg fram til eitt endaspæl.
Men hóast tey í finska fótbóltssambandinum eru framúr væl nøgd um avrikið, sum Hodgson hevur framt, so ar vónbrotið hjá venjaranum sjálvum stórt. Somikið stórt, at hann ikki longur vil standa á odda fyri finska landsliðnum.