Hmam skal leiða Tunesia til heiðursmerki

Tunesia er stóri favoritturin í bólki A. Seinast vóru teir líka við at tryggja sær heiðursmerki, og nú ætla teir sær heilt fram millum trý tey bestu

Undan HM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum er sera lítil ivi um, hvørjir av favorittunum hava besta møguleikan at koma víðari úr bólki A. Væntandi er, at Tunesia og Slovenia fara at spæla seg víðari til millumspælið, meðan Kuwait og Grønland neyvan hava nakran møguleika at røkka millumspælið.
 
Tunesia skal longur fram
Tunesia er við í HM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum fyri sjeyndu ferð á rað. Seinast HM var á skránni í 2005, endaði Tunesia á einum 4. plássi, tá teir taptu bronsudystin við einum máli fyri Fraklandi.
Tunesarnir hingu tó ikki leingi við høvdinum. Nakrar mánaðar eftir tapið í bronsudystinum ognaði Tunesia sær sítt sjeynda afrikanska meistaraheitið við sigri á Egyptalandi, og nú ætlar bosniski venjarin, Sead Hasanefendic, at føra liðið eitt vet longur fram í HM-høpi.
Stóra stjørnan hjá liðnum er Wissem Hmam. Hann gjørdist toppskjútti síðsta endaspæl, og hann er leikarin, sum skal føra Tunesia fram millum tey bestu.
 
Slovenia rakt av skaðum
Slovenia er einasta liðið, sum hevur nakrar møguleika at hótta Tunesia í hesum bólkinum. Slovenia hevur fingið nøkur góð úrslit í manshondbólti, og m.a. endaðu teir á øðrum plássi í EM á heimavølli í 2004.
Síðstu árini hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá slovenum, og upptaktin til komandi HM hevur heldur ikki verið ov góð.
Spælskiparin og heilin handan liðið, Uros Zormann, verður ikki við orsaka av skaða, og heldur ikki verður væntað, at sterki bakspælarin, Sergej Rutenka, gerst klárur til HM, so Slovenia er nógv viknað í mun til undanfarnar kappingar.
 
Grønland við á triðja sinni
Síðstu tvey londini í bólkinum eru Kuwait og Grønland. Kuwait er við í HM fyri fimtu ferð á rað, men teirra úrslit hava ikki verið so góð. Bert tríggir sigrar er tað blivið til, og tað verður ikki væntað, at teir hava nakran møguleika ímóti Tunesia og Slovenia.
Síðsta landið í bólkinum eru okkara grannar úr Grønlandi. Teir eru við fyri triðju ferð á rað, og bert einaferð hava teir megnað at fingið stig. Flestu grønlendsku leikararnir spæla í donskum hondbólti, og serliga stuttligt verður at fylgja verjuserfrøðinginum, Jacob Larsen, sum leikar við danska toppliðnum, GOG/Svendborg.