25. heimsmeistaraskapið í manshondbólti er í gongd í Fraklandi. Í kvøld var setanardystur millum vertstjóðina, Frakland og Brasil í bólki A.
Frammanfyri 15.600 áskoðarum í París vann Frakland stórsigur 31-16. Longu í steðginum var Frakland á odda 17-7.
Valentin Porte skoraði seks mál fyri Frakland. Adrien Dipanda, Michael Guigou, Nikola Karabatic, Daniel Narcisse og Guy Niokas skoraðu trý mál hvør. Jose Toledo var toppskjútti hjá Brasil við fimm málum.
Í morgin spæla hini bæði liðini í bólkinum. Russland og Japan spæla klokkan 16.45, og Noreg og Pólland spæla klokkan 19.45.
Tríggir dystir verða eisini leiktir í bólki B í morgin. Klokkan 13 spøla Slovenia og Angola, klokkan 16.45 spæla Makedonia og Tunesia. Klokkan 19.45 spæla Ísland og Spania.