Ein stórur partur av fótbóltinum í dag, er troyggjan liðið spælir í. Undan HM og EM endaspølunum kunngera liðini nýggja troyggjur. Ávísar troyggjur eru meiri spennandi enn aðar, og summar blíva legendariskar.
Longu nú sær út til, at tað verða troyggjurnar hjá Nigeria eru millum tær mest umbidnu til hetta HM-endaspælið. Ikki heilt ólíkar teimum í 1994, tá Nigeria var við á fyrsta sinni var við til eitt HM-endaspæl.
Bretskir miðlar skriva, at Nike handlarnir í London vóru útseldir eftir bara lítlari løtu, eftir at troyggjan bleiv kunngjørd. Hartil er troyggjan ikki til at fáa fatur á netinum verður sagt.
Nigeria er bólki D saman við Argentina, Íslandi og Kroatia.