Eitt hitt mest sjáldsama fyribrigdið í U21 HM-endaspælinum í manshondbólti í Týsklandi og í Grikkalandi eru teir tríggir leikararnir hjá Tunesia, Yassine, Amine og Anis Ben Salem.
Yassine, Amine og Anis Ben Salem eru tríburar, og sum tað sæst á myndini omanfyri, so er ikki lætt at kenna mun á teimum.
Yassine, Amine og Anis Ben Salem og liðfelagarnir á tunesiska liðnum hava megnað at spælt liðið víðari til millumumfarið, har Kroatia og Frakland vera mótstøðuliðini.
Týskland vann innleiðandi bólk B frammanfyri Tunesia, og verður tí fjórða liðið í bólkinum.
Tunesia vann 27-22 (10-11) á Algeria og 31-22 (13-11) á Libya. Móti týsku vertunum og favorittunum mátti Tunesia tó leggja rygg til eitt 31-46 (13-21) stórtap.