Tipping
Dagurin í dag er fyrsti frídagurin fyri skíggjan, síðani HM varð sparkað ígongd fyri trimum vikum síðani. Fyrsti parturin av knock-out fasuni er farin aftur um bak, og nú eru bara átta lið eftir av teimum 32, sum løgdu til brots í endaspælinum.
Tí er kanska eisini eitt hóskandi høvi at hyggja at, hvussu støðan er í tippingarkappingini, sum Sosialurin hevur um HM. Kappingin fer fram á tipping.sosialurin.fo, og er ókeypis.
Hóast tað helst verður trupult at enda á toppinum í sjálvari HM-kappingini, so er á ongan hátt ov seint at fara ígongd enn. Tað er nevnliga ikki bara fyri HM-kappingina, at vinningur verður latin. Í Formula-deildini verður eisini tippað, og har eru framvegis 13 umfør eftir, áðrenn besti tipparin kann kjósast. Mánaðarvinningar eru eisini á skránni, og tí ber til at kappast um góðar vinningar heilt fram til tað seinasta.
Í HM-kappingini er Magnus Simonsen higartil fremsti luttakarin við ikki færri enn 29 av 48 møguligum stigum. Fyri at fáa 48 stig, skuldu øll tey átta úrslitini í 1/8-finalunum tó verið rætt tippað, og sannlíkindini fyri at hetta nakran tíð fer at henda munnu vera serstakliga fá.
Tað eru tó fleiri, sum eru beint í hølunum á Magnusi. Bert tvey stig skilija bestu fimm tippararnar, og tað er ikki meira enn so, at hetta alt kann broytast eftir bert einum dysti, so alt í alt røkist fyri, at spenningurin um endaligu støðuna fer at halda sær fram til seinasta dystin.










