Í hesum døgum standa svenskarar saman um fótbóltslandsliðið, ið skal spæla HM-fjórðingsfinalu ímóti Onglandi í morgin klokkan 15.
Liðskiparin, Andreas Granqvist hevur staðið sum kletturin í verjuni, og hann hevur verið sikkurheitin sjálv tá hann hevur tikið brotsspørk fyri liðið í dystunum ímóti Suðurkorea og Meksiko.
Í nátt bleiv Andreas Granqvist pápi tá konan, Sofie átti á føðideildini á sjúkrahúsinum í Helsingborg í Skåne. Helsingborg liggur bert ein stuttan ferjutúr frá Helsingør á Sælandi.
Talan gjørdist um eina gentu sum longu er navngivin. Tann lítla skal eita Mika Granqvist. Í svensku miðlunum er talan um eina stóra og góða søgu, ið nógv verður gjørt burturúr.
Mika er annars vanliga eitt dreingjanavn, og í Halgubók er Mika ein av profetunum. Men ymiskt er við nøvnum. Í summum londum er t.d. Kim eitt gentunavn, og í øðrum londum er Kim eitt dreingjanavn.
Andreas Granqvist flýgur ikki heim til Helsingborg at síggja lítlu dóttrina áðrenn fjórðingsfinalan ímóti Onglandi er spæld. Sofie Granqvist hevur alla tíðina lagt eina við, at hon stuðlar manninum í avgerðini ikki at verða til staðar, tá lítla Mika var borin í heim, tá tað ikki gekk upp við, at Svøríki spælir týdningarmesta landsdystin í 24 ár.