Tiger Woods vann um vikuskiftið HM-kappingini í sonevnda hol-spælinum í golf. Í hesum telja samlaðu sløgini ikki, men einans verður talt, hvussu nógv hol hvør spælari vinnur. Í finaluni dystaðist Woods móti Stewart Cink, og tá 29 av teimum 36 holunum vóru spæld, hevði hann longu tryggja sær sigurin. Talan er um triðja HM-sigurin hjá Woods í hol-kapping, og samstundis eisini um greiðasta finalusigurin, síðani kappingin byrjaði í 1999.