HM: Søguliga hevur Brasil gott tak á Kroatia

Báðu ferðirnar Brasil hevur møtt Kroatia í einum HM-endaspæli hevur talan verið um brasilskan sigur

Her sæst Neymar í 3-1 sigrinum á Kroatia í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Brasil í 2014

Seinnapartin klokkan 15 í morgin spæla Brasil og Kroatia HM-fjórðingsfinalu í 2014. 

 

Hjá veddingarfyritøkunum er Brasil stórur favorittur, og søgan millum liðini peikar eisini á ein brasilskan sigur.

 

Liðini hava spælt fýra ferðir móti hvørjum øðrum. Brasil hevur vunnið tríggjar dystir, og tann eini endaði við javnleiki.

 

Fyrstu ferð liðini møttust var í einum venjingardysti 17. august í 2005 í Kroatia. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Niko Kranjcar skoraði fyri Kroatia, og Ricardinho skoraði fyri Brasil.

 

Liðini møttust aftur í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Týsklandi í 2006. Tá vann Brasil 1-0. Sigursmálsskjútti var Kaká. 

 

Liðini vóru eisini í bólki saman í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Brasil í 2014. Tá endaði tað við einum 3-1 sigri til Brasil. Neymar skoraði tvey mál, og Oscar skoraði eitt mál fyri Brasil. Málið hjá Kroatia var eitt sjálvmál.

 

Seinast liðini hittust var í einum venjingardysti á Anfield-leikvøllinum í Liverpool 3. juni í 2018. Brasil vann dystin 2-0 við málum, ið Neymar og Roberto Firmino skutu. 

 

 

 

Her sæst Neymar í 3-1 sigrinum á Kroatia í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Brasil í 2014