HM: Skráin fyri bólk D (Bólkurin hjá Íslandi)

Ísland, Portugal, Ungarn og Suðurkorea manna innleiðandi bólk D

Íslendingar halda seg vera komnar í ein sera torføran innleiðandi bólk í HM-endaspælinum í manshondbólti í Svøríki og í Pólandi.

 

Íslendingar manna bólk D saman við Ungarn, Portugal og Suðurkorea. Íslendski venjarin, Guðmundur Guðmundsson heldur talan vera um trý torfør mótstøðulið, og tí er tað sera opið hvør vinnur seg víðari til millumspælið.

 

Bólkur D verður avgreiddur í Kristianstad í Skåne, og íslendingar í stórum tali fara at ferðast til dystirnar hjá íslendska liðnum.

 

Skráin fyri bólk D:

 

12. januar:

 

Ungarn-Suðurkorea klokkan 17

 

Ísland-Portugal klokkan 19.30

 

14. januar:

 

Portugal-Suðurkorea klokkan 17

 

Ísland-Ungarn klokkan 19.30

 

16. januar:

 

Ísland-Suðurkorea klokkan 17

 

Ungarn-Portugal klokkan 19.30