HM og tvífaldu EM vinnarnir úr Spania taptu í kvøld heili 5-1 fyri Hollandi. Spania var enntá á odda 1-0, men so tók Holland yvir, meðan spanska korthúsið fullstendiga skramblaði saman. Arjen Robben og Robin van Persie skoraðu tvey mál í part.
Brotsspark?
Spania byrjaði við Diego Costa sum fremsta mannin. Framherjin hjá Atletico Madrid er illa lýddur í Brasil, tá hann stutt undan HM valdi at blíva spanskur ríkisborgari, hóast hann hevur brasilskan uppruna.
Spania kom á odda aftaná 27 minuttir, tá Diego Costa verður feldur í brotsteiginum. Tað er torført at fáa eyga brotssparkið, og helst var talan heldur um, at Diego traðkaði á verjuspælaran og datt. Xabi Alonso umsetti til mál.
van Persie í essinum
Robin van Persie hevur ikki havt eitt gott kappingarár fyri Manchester United, men í kvøld var dugur í manninum. Ein minutt fyri hálvleik skoraði hann eitt framúr mál, tá hann tveitti seg fram og stútaði eina langa avlevering í málið.
Í seinna hálvleiki helt Holland fram við at spæla væl. Fyrst skoraði Arjen Robben eftir enn eina langa avlevering inn um verjuna hjá Spania. Miðskeiðis í seinna hávleiki skoraði Holland aftur. Hesa ferð var tað Stefan de Vrij, sum stútaði bóltin í málið eftir fríspark. Iker Casillas vildi hava fríspark í støðuni.
Eyðmýking
Eitt korter fyri bleiv eyðmýkingin staðfest, tá Iker Casillas ikki megnaði at temja eina afturlegging. Robin van Persie legði trýst á og vann bóltin. Síðani kundi hann trilla bóltin í tómt mál.
Eyðmýkingin helt fram, tí tíggju minuttir fyri tíð bleiv tað 5-1. Arjen Robben vann kapprenningina við verjuna hjá Spania og økti til 5-1. Ein sonn eyðmýking av HM og tvífaldu EM vinnarunum. Meðan Holland hevur sett krittikarnar upp á pláss eina løtu, so er spurningurin hvussu Spania reagerar eftir eyðmýkingina í kvøld?
Spania – Holland 1-5 (1-1)
1-0 Xabi Alonso, 27
1-1 Robin van Persie, 44
1-2 Arjen Robben, 53
1-3 Stefan de Vrij, 64
1-4 Robin van Persie, 72
1-5 Arjen Robben, 81