HM: Russland herjar ímóti gullinum

Russland ætlar sær Heimsmeistaraheitið áðrenn tjóðin verður útihýst úr altjóða ítrotti

Russland er favorittur at vinna Heimsmeismeistaraheitið í hondbólti komandi vikuskiftið, og í dag vunnu Anna Vyakhireva og tær russisku sjeynda sigurin av sjey møguligum, og gjørdust fyrsta tjóðin at tryggja sær pláss í hálvfinalunum.

Í dag vann Russland 35-28 á Montenegro, sum kappast við Spania og Svøríki um hitt hálvfinaluplássið í bólki 1.

Áðrenn kappingina vóru Frakland, Norra og Russland mett sum favorittar, men eftir at Frakland breyt allar sínar vónir, og Norra hevur avrikað misjavnt, er Russland stórur favorittur at enda við gullmerkjunum sunnudagin.

Allir sjey sigrarnir hjá Russlandi hava eisini verið púra tryggir, og Montenegro kann í dag erpa sær av, at hava fingið besta úrslitið ímóti Russlandi higartil, tá ið tað bert gjørdist til eitt tap upp á sjey mál. Allir hinir seks sigrarnir hjá Russlandi hava verið størri enn so. Millum annað mátti Svøríki tapa við átta málum og Rumenia við níggju málum.

Russiskur ítrottur varð skakaður í gjár, tá ið tað gjørdist greitt, at allur russiskur ítrottur verður útihýstur úr altjóða kappingum komandi fýra árini.

Sí eisini:

Russland koyrt úr altjóða ítróttarkappingum í fýra ár

Russland er ráðandi olympiskur meistari í hondbólti, og ætlar sær óivað at fáa Heimsmeistaraheitið afturat burtur úr hesum framúr góða ættarliðið av russiskum hondbóltsleikarum.

Støðan í bólki 2:

Bólkur 2TjóðDystirMálmunurStig
1Russland4348
2Spania3165
3Montenegro4-34
4Svøríki303
5Japan3-220
6Rumenia3-250