HM: Úrslit og málskjúttar frá fjórðingsfinalunum

Svøríki og Danmark vunnu seg víðari til hálvfinalurnar, Noreg tapti fyri Spania

Danmark vann seg í HM-hálvfinalurnar aftaná aldarinnar dyst í landsliðshondbólti við tvær ferðir longdari leiktíð og brotskastskapping móti vertstjóðini, Egyptalandi.

Johan á Plógv Hansen fekk ikki lut í legendariska og ógloymandi dystinum Danmark og Egyptaland leiktu í dag. Hann var ikki partur av hópinum hjá Danmark í dag. 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá legendariska dystinum Danmark vann 39-38.

Svøríki vann seg lættliga víðari móti Katar. Noreg tapti rættiliga greitt fyri Spania, og Frakland vann seg víðari aftaná einaferð longda leiktíð móti Ungarn. Tað gjørdist enn tyngri hjá Noregi tá stórspælarin, Sander Sagosen mátti av vøllinum við skaða. 

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá HM-fjórðingsfinalunum:

Danmark – Egyptaland 39-38 aftaná brotskastskapping (35-35 - 28-28 (16-13))

Danmark : Mikkel Hansen 10, Mathias Gidsel 6, Lasse J. Svan 6, Magnus Saugstrup Jensen 6, Magnus Landin Jacobsen 5, Henrik Mollgaard Jensen 2, Anders Zachariassen 1, Mads Mensah Larsen 1, Jacob T. Holm 1, Emil M. Jakobsen 1.

Egyptaland : Yahia Omar 11, Yehia Elderaa 8, Ali Zein 5, Ahmed Hesham 4, Mohammad Sanad 4, Ahmed Elahmar 3, Wisam Nawar 1, Mohamed Mamdouh 1, Ahmed Moamen 1.

Frakland -Ungarn 35-32 (12-14)

Frakland : Michael Guigou 6, Hugo Descat 5, Nedim Remili 4, Romain Lagarde 3, Dika Mem 3, Valentin Porte 3, Nicolas Tournat 3, Timothey N’Guessan 2, Luc Abalo 2, Ludovic Fabregas 2, Luka Karabatic 1, Kentin Mahe 1.

Ungarn : Bence Banhidi 6, Mate Lekai 5, Bendeguz Boka 5, Zoltan Szita 4, Dominik Mathe 4, Richard Bodo 3, Miklos Rosta 1, Zsolt Balogh 1, Pedro Rodriguez Alvarez 1, Gabor Ancsin 1, Adrian Sipos 1.

Spania – Noreg 31-26 (21-15)

Spania : Alex Dujshebaev Dovichebaeva 8, Ruben Marchan Criado 6, Jorge Maqueda Peno 4, Angel Fernandez Perez 3, Ferran Sole Sala 3, Daniel Dujshebaev Dovichebaeva 3, Daniel Sarmiento Melian 1, Aleix Gomez Abello 1, Joan Canellas Reixach 1, Raul Entrerrios Rodriguez 1.

Noreg : Magnus Jøndal 6, Gøran Sogard Johannessen 4, Sander Sagosen 4, Alexandre Christoffersen Blonz 3, Christian O`Sullivan 3, Bjarte Myrhol 3, Petter Overby 2, Eivind Tangen 1.

Svøríki – Katar 35-23 (14-10)

Svøríki : Valter Chrintz 8, Lucas Pellas 8, Max Darj 5, Jonathan Carlsbogard 3, Felix Claar 2, Jim Gottfridsson 2, Alfred Jonsson 2, Fredric Pettersson 2, Hampus Wanne 1, Lukas Sandell 1, Daniel Pettersson 1.

Katar : Frankis Marzo 5, Mahmoud Hassaballa 3, Ahmad Madadi 3, Youssef Ali 3, Mustafa Alkrad 2, Amor Dhiab 2, Rafael Capote 2, Yassine Sami 1, Mahmoud Hassaballa 1, Marwan Sassi 1.

HM-hálvfinalurnar fríggjadagin: 

Klokkan 16.30 Svøríki-Frakland

Klokkan 19.30 Danmark-Spania