HM: Portugisiskur leikari tikin fyri doping

Miguel Martins sleppur ikki at taka lut í HM-endaspælinum

Ein bumba hevur rakt HM-endaspælið í manshondbólti.

 

27 ára gamli portugisiski vinstri bakkurin, Miguel Martins er tikin fyri doping. Farna summar kom Miguel Martins til Aalborg aftaná trý kappingarár í ungarska felagnum Szeged.

 

Hetta merkir, at Portugal má klára seg uttan Miguel Martins í HM-endaspælinum.

 

Nú klokkan 17 spælir Portugal fyrsta innleiðandi dystin í innleiðandi bólki E í Bærum uttanfyri Oslo. Mótstøðuliðið er USA.

 

Miguel Martin hevur biðið um at sleppa at gera eina dopingtest aftrat, men tað er longu greitt, at hann sleppur ikki at taka lut í HM-endaspælinum. Sambært Hbold bedýrar Miguel Martins, at hann hevur ikki gjørt nakað ólógligt.

 

Sambært donskum miðlum fekk Aalborg boð fyrrapartin í dag, at ein av teirra leikarum var tikin fyri doping. Fyri tey er talan um ein stóran skelk.