HM: Noreg og Frakland eru favorittar í hálvfinalunum

Noreg er ein rættiliga stórur favorittur móti Danmark, og Frakland er ein rættiliga stórur favorittur móti Svøríki

Í dag vera HM-finalurnar í hondbólti hjá kvinnum leiktar í Boxen høllini í Herning í Danmark.

 

Klokkan 16.30 spæla Danmark og Noreg, og klokkan 20 spæla Frakland og Svøríki.

 

Sambært altjóða veddingarfyritøkum eru Noreg og Frakland greiðir favorittar til at vinna seg í HM-finaluna, ið verður leikt í Boxen høllini í Herning, sunnudagin klokkan 18.

 

Miðaloddsini upp á norskan sigur á Danmark eru 1,47. Miðaloddsini upp á danskan sigur á Noregi eru 3,43, og tá er Danmark enntá á heimavølli.

 

Miðaloddsini upp á franskan sigur á Svøríki eru 1,40. Miðaloddsini upp á svenskan sigur á Fraklandi eru 3,84.