Í miðal eru skotin 2,27 mál í hvørjum dysti undir HM-endaspælinum í Týsklandi, og tað er eitt tað lægsta talið nakrantíð.
Bert einaferð í søguni er tað komið fyri, at færri mál eru skotin í eini HM-kapping, og tað var í Italia í 1990. Tá vóru 2,21 mál skotin fyri hvønn dyst.
Áðrenn finaluna og dystin um triðja pláss eru 141 mál skotin í teimum 62 dystunum. Tað gevur eitt miðaltal á 2,27. Nú eru tveir dystir eftir at spæla, um tað ikki verða skorað mál í vanligu leiktíðini av hesum dystunum, endar hetta HM-endaspælið sum tað málfátækasta nakrantíð.
Tað er kanska heldur ikki so løgið, at fá mál verða skotin í HM-kappingini, tí tey londini, sum eru komin langt í kappingini, hava havt eina krútsterka verju. Víst hava Frakland, Italia og Portugal skorað nøkur mál, men londini hava vart sera væl.Dysturin um triðja plássið verður leygardagin, og HM-finalan verður sunnudagin










