HM-lutakastið: Tróndur ynskir Montenegro ella Norðurmakedonia

Vit hava spurt føroysku EM-hetjurnar hvørjum liði teir vilja, at Føroyar møta í HM-undankappingardystunum í maj

Leygardagin klokkan 12 hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF lutakast til triðja og endaliga undanumfarið til HM-endaspælið í manshondbólti í januar í 2025, ið verður leikt í Noregi, Danmark og í Kroatia. 

 

Føroyar eru millum tey 22 evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.

 

Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt ár. Dystirnir vera spældir millum 6. og 12. mai. 

 

Liðini í potti 1 sum Føroyar kunnu møta eru: 

 

Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia.

 

Spurdur um hvønn hann vil sleppa at møta í HM-undankappingardystunum, svarar Tróndur Mikkelsen: - Á ein góðum degi kunnu vit spæla upp móti teimum heilt stóru tjóðunum, men eingin ivi um, at Norðurmakedonia og Montenegro eru eitt sindur veikari enn hini liðini. Vit fara inn til hvønn dyst eftir einum topp avriki. Og standa vit við einum topp avriki, so hava vit møguleika ímóti teimum flestu liðunum. Sigur Tróndur Mikkelsen í stuttari viðmerking til in.fo.