Í dag klokkan 15 er fyrsta lutakastið til HM í hondbólti, ið verður leikt í Egyptalandi í januar 2021.
Drigið verður í Wien í Eysturríki.
Føroyar skulu byrja við fyrsta undanumfarinum, har liðini, ið ikki spældu seg til EM 2020 skulu kappast.
Føroyar og hinar 14 tjóðirnar verða býtt í fýra bólkar. har londini eru býtt í tríggjar styrkisbólkar. Tríggir bólkar fáa fýra tjóðir, meðan ein fær tríggjar - og altso onga úr niðasta styrkisbólkinum.
Vinnarin úr hvørjum bólki sleppur so til høvuðsundankappingina, har fremstu hondbóltstjóðirnar í Evropa bíða.
Hvør bólkur fær eina tjóð úr styrkisbólki 1, tvær tjóðir úr styrkisbólki 2 og eina tjóð úr styrkisbólki 3. Føroyar eru í styrkisbólki 2.
Styrkisbólkarnir eru soleiðis býttir:
Styrkisbólkur 1: Italia, Ísrael, Litava og Turkaland
Styrkisbólkur 2: Føroyar, Hvítarusland, Estland, Finnland, Grikkaland, Kosova, Rumenia og Slovakia
Styrkisbólkur 3: Kýpros, Georgia og Luksemburg.
In.fo metir at tað hevði verið best at sloppið undan Italia og Litava úr styrkisbólki 1 og Hvítarusslandi og Rumenia úr styrkisbólki 2.
Lutakastið byrjar klokkan 15 føroyska tíð, og in.fo fylgir gongdini











