HM: Kanska boð eftir Jóhan á Plógv kortini

Danski landsliðisvongurin Lasse Svan hevur meitt sær økslina nú fáar vikur fyri EM í hondbólti.

Nú bara fáar vikur eru til EM endaspælið í manshondbólti, stríðist høgri vongur á danska landsliðnum, Lasse Svan, við ein skaða í økslini.

Lasse Svan, sum spælir við Flensburg-Handewitt, varð skaddur í vinstru øksl í einum ligadysti 19. desember og hevur síðani ikki verið førur fyri at spæla.

Lasse Svan og Hans Lindberg eru tiknir út til endaspælið í EM fram um føroyska Jóhan á Plógv. Til endaspælið í VM januar í ár var Hans Lindberg skaddur, og tí vóru boð eftir Jóhan á Plógv. Nú bendir okkurt á, at boð aftur kunnu vera eftir Jóhan á Plógv, um skaðin er størri, enn Lasse Svan letst hann at vera.

Ritzau skrivar, at Lasse Svan er møttur til eina stutta landsliðsvenjing hetta vikuskiftið. Men at har verður tað neyvan til nógva tíð á vøllinum.

– Tað verða helst tríggir dagar við nógvari viðgerð og nógvum ísi á armi og øksl. So vóni eg, at eg kann taka tað harfrá, og so er ein munandi bati at síggja, sigur Lasse Svan við DR.

Í dystinum í Bundesliguni var Lasse Svan noyddur at fara av vøllinum tríggjar minuttir fyri tíð, eftir at hann var rokin inn í eitt reklamuskelti í honbóltshøllini Ludwigshafen.

Hann hevði frammanundan pínu í økslini eftir eina takling fyrr í dystinum, men samanstoyturin við reklamuskeltið sendi hann av vølli.

– Tá eg var raktur har, var sum um, at alt lat seg aftur, og eg varð noyddur at fara út. Síðani tá havi eg ikki spælt, sigur 36 ára gamli Lasse Svan.

Eftir stuttu landsliðsvenjingina um vikuskifitð fáa spælararnir ein frídag og fara síðani til Frankaríki 2. januar.

Har skal landsliðið luttaka í eini Golden League-stevnu frá 3. til 5. januar, har mótstøðuliðini eru Noreg og Frankaríki.

Danmark spælir fyrsta dyst í EM endaspælinum 11. januar ímóti Íslandi. Danmark er í bólki við Ungarn, Russlandi og Íslandi.

Skuldi tað nú hent, at boð verða eftir Jóhan á Plógv, so verður høgri vongur at kalla føroyskur burturav, tí Hans Lindberg, sum hevur hitt fasta plássið á høgra veingi, hevur føroyskar røtur. Pápi hansara er hálvur føroyingur, haðani navnið Lindberg eisini kemur.