VIDEO: Ísland vann Forsetasteypið - Grønland endaði aftast

(Video) Ísland vann finaluna um 25. plássið, ið samstundis var finalan um Forsetasteypið - Presidents Cup í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum

Mikudagin spældu kvinnulandsliðini hjá Íslandi og Grønlandi sínar seinastu dystir í hesum HM-endaspælinum í hondbólti.

 

Tað eydnaðist íslendsku kvinnunum, ið eru í sama EM-undankappingarbólki sum Føroyar at vinna Presidents Cup - Forsetasteypið, tá tær í finaluni um 25. plássið, ið eisini var finalan um Presidents Cup vunnu 30-28 á Kongo. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Fyri íslendsku kvinnurnar var talan um eitt gott plástur á sárið, tá tær ikki vunnu seg víðari til ovara millumspælið.

 

Grønland endaði aftast í HM kappingini. Grønlendsku kvinnurnar taptu 23-28 fyri Iran í dystinum um 31. plássið. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12, men tað lá ikki líka væl fyri hjá Grønlandi í seinna hálvleiki. Grønland spældi sjey dystir í HM-endaspælinum, og tapti allir sjey dystirnar.

 

Her ber til at síggja samandráttin hjá altjóða hondbóltssambandinum frá dystinum millum Ísland og Kongo:

 

##med2##

 

Her ber til at síggja samandráttin hjá altjóða hondbóltssambandinum frá dystinum millum Grønland og Iran: 

 

##med3##