FIFA hevur á tíðindafundi tosa um hendingarnar í morgun í Zurich, har seks leiðandi persónar í FIFA eru handtiknir, og 14 eru undir illgruna fyri hvítvasking av pengum og mutur.
Les eisini: Kreppa í FIFA
Walter de Gregorio, talsmaður fyri FIFA, segði millum annað á tíðindafundinum, at HM í Katar og HM í Russlandi verða spæld sum er. Hann segði eisini, at Sepp Blatter einki hevur við hendingarnar í dag at gera.
Hann segði enntá, at FIFA forsetin er avslappaður. Hann mátti síðani vísa á, at FIFA forsetin also ikki dansaði á kontórinum av gleði, men sjálvandi var keddur um støðuna, men avslappaður.
Spurdur um hvussu Sepp Blatter kann halda fram sum forseti, segði Walter de Gregorio, at Sepp Blatter ikki er íblandaður hendingunum í dag. FIFA ráðstevna verður komandi dagarnar, har millum annað forsetaval er á skránni.
- Um tveir dagar er forsetaval. Tá kunnu tey 209 limalondini sjálvi avgera hvør skal verða forseti, segði Walter de Gregorio.
Mynduleikarnir í USA hava kunngjørt, at talan er um níggju persónar í FIFA, sum eru undir illgruna, meðan hinir fimm eru vinnilívsmenn í hava áhugamál í FIFA marknaðinum, so sum sjónvarpsrættindi, lýsingar- og stuðulsavtalur.










