Leygardagin kom landsliðið hjá Saudi Arabia til Týsklands, har liðið fer at fyrireika seg til endaspælið, sum byrjar um eina góða viku. Á gistingarhúsinum, har ferðalagið úr Saudi Arabia skal búgva næstu vikurnar, sleppur tilvildin ikki at ráða, og leiðslan fyri ferðalagið hevur biðið gistingarhúsið taka mini-barrirnar út hotellrúmunum og at steðga sjónvarpsrásunum, har ónærisligir filmar kunnu síggjast. Gistingarhúsið í Bad Hauheim hevur eftirlíkað ynskjunum frá Saudi arabiska landsliðnum.