HM hondbóltur: Danmark vann stórsigur á DR Kongo

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen var toppskorari, hóast hann bara spældi við í fyrra hálvleiki

 

Donsku hondbóltsmenninir vunnu stórsigur á DR Kongo í HM í Egyptalandi í kvøld.

Hetta er annar sigurin og annar dysturin hjá Danmark.

Bæði Mikkel Hansen og Niklas Landin sótu uttanfyri, meðan liðfelagarnir vunnu við 20 málum á DR Kongo. Úrslitið var 39-19 til Danmark.

Danmark hevur longu vunnið sær pláss í millumspælinum. Og tað verður við úthvíldum profilum sum Mikkel Hansen og Niklas Landin.

Tað var ikki neyðugt at hava teir inni í dystinum, so aðrar ikki so royndir spælarar sluppu at royna seg.

Vinstribakkurin Jacob Holm gjørdi rættiliga vart við seg. Og á høgra veingi kláraði Jóhan á Plógv Hansen at skjóta átta mál í fyrra hálvaleiki – og at gerast toppskjútti, hóast hann bara spældi fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki var hann skiftur út við Lasse Svan.

##med2##

Í málinum hjá Danmark kláraði debutanturin Emil Nielsen seg væl, men hevði eisini góðar arbeiðsumsøður ímóti einum liði, sum fleiri ferðir ikki megnaði at koma fram til málið.

DR Kongo hevur nakrar góðar skjúttar, men hevði trpulleikar við at dekka. Tí spældu danir seg fram til stórar møguleikar uttan trupulleikar, og málini raplaðu inn.

Danska liðið vísti, at munur er á einum verjandi heimsmeistara og einum liði, sum fyri fyrstu ferð er við til HM endaspælið.

/ritzau/