HM: Hesi hittast í hálvfinalunum

Danmark sendi grannarnar úr Svøríki úr HM, men hjálpti Noregi víðari. Sí hálvfinalurnar her!

Tað var eitt størri roknistykki um hvør kundi spæla seg víðari til hálvfinalurnar, tá ið seinastu dystirnir í millumumfarinum í HM-hondbólti vórðu spældir í dag og í kvøld. Her um leiðir mundu flestu eyguni verða vend ímóti norðurlendska brakinum ímillum Danmark og Svøríki.


Nakrar samansetingar av úrslitum kundu vera við til, at bæði Danmark og Svøríki komu víðari. Tað hevði kravt, at 1) Svøríki vann við trimum ella fýra málum, 2) Svøríki vann við tveimum málum og samstundis skoraði minst 30 mál ella 3) Svøríki vann við fimm málum samstundis sum Danmark skoraði minst 27 mál.


Í einum øðrum norðurlandi, Noreg, sótu tey helst sum á nálum og hugdu at Danmark og Svøríki, tí lagna teirra og ein møgulig hálvfinala var beinleiðis treytað av hesum dystinum. Noreg vann í dag knúsandi 35-26-sigur á Ungarn, og við hesum frálíka úrslitinum kundu teir røkka hálvfinalunum, um Svøríki tapti, spældi javnt ella í mesta lagi vann við tveimum málum.


Tá saman um kom gjørdist tó ikki neyðugt við nakrari stórari útrokning, tí hóast Svøríki var á odda við trimum málum eina løtu í fyrra hálvleiki og at tað stóð á jøvnum 13-13 í hálvleikssteðginum, so dró Danmark frá í seinna hálvleiki og vann dystin 30-26. Við hesum úrslitinum spældu teir seg víðari til hálvfinalurnar saman við Noregi, meðan Svøríki reyk út. Í hinum bólkinum í millumumfarinum spældu Týskland og Frakland seg víðari.


Hálvfinalur

Frakland – Danmark (Fríggjadagin kl.16.30)

Týskland – Noreg (Fríggjadagin kl.19.30)