HM-hálvfinalurnar eru mannaðar

Fyrr í dag tapti Ísland 24-32 ímóti Spania. Noreg tapti 26-31 ímóti Fraklandi, og Ungarn vann 27-25 á Týsklandi

 

Tað gevur hesa støðuna í millumbólki 1 :

 

Frakland 4 3 1 0 126 - 101 7

Spania 4 3 1 0 118 - 103 7

----------------------------

Ísland 4 2 0 2 109 - 107 4

Ungarn 4 2 0 2 103 - 117 4

Týskland 4 1 0 3 99 - 107 2

Noreg 4 0 0 4 98 - 118 0

 

Støðan í millumbólki 2 er :

 

Danmark 4 4 0 0 127 - 107 8

Svøríki 4 3 0 1 103 - 97 6

-------------------------------

Pólland 4 2 0 2 99 - 101 4

Kroatia 4 1 1 2 114 - 105 3

Argentina 4 1 0 3 92 - 113 2

Serbia 4 0 1 3 101 - 114 1

 

Frakland, Spania, Danmark og Svøríki hava sostatt tryggjað sær pláss í hálvfinalunum, sum verða spældar fríggjadagin klokkan 17 og klokkan 19.30.

 

Enn er tó eftir at fáa staðfest hvør møtir hvørjum. Eittarin møtir tveyaranum í hinum bólkinum.

 

Skráin fyri teimum seinastu dystunum í millumspælinum í morgin er :

 

Millumbólkur 1 :

 

Týskland-Noreg klokkan 15.15

Spania-Ungarn klokkan 17.30

Frakland-Ìsland klokkan 19.45

 

Millumbólkur 2 :

 

Kroatia-Pólland klokkan 17.15

Serbia-Argentina klokkan 19.15

Svøríki-Danmark klokkan 19.15

 

HM-Finalan verður spæld sunnudagin klokkan 16, bronsufinalan verður spæld sama dag klokkan 13.30.