HM: Grikkaland er risastórur favorittur móti Føroyum

Her eru oddsini upp á HM-undankappingardystin Grikkaland-Føroyar

Mynd: FSF

Í kvøld klokkan 18.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í hesari HM-undankappingini. 

 

Dysturin verður á útivølli móti Grikkalandi. Dysturin verður leiktur í Heraklion. Triðja liðið í bólkinum er Georgia.

 

Tá liðini hittust í EM-undankappingini í 2024 taptu Føroyar 0-2 á heimavølli og 0-1 á útivølli.

 

Grikkaland hevur ein risastóran favorittleiklut hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á grikskan heimasigur liggja millum 1,06 og 1,14. 

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,25 og 9,66.

 

Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 15,00 og 19,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: FSF