HM: Føroyar eru á odda 21-10 móti Spania í steðginum

Føroyska U21-landsliðið hevur í kvøld spælt besta hálvleikin nakað føroyskt landslið nakrantíð hevur spælt í søguni

Tað er ikki til at fata. Tað er hálvleikur í Magdeburg í bólkafinaluni í bólki D millum Spania og Føroyar í HM-endaspælinum í manshondbólti fyri U21-landslið.

 

Føroyar eru á odda 21-10 í steðginum. 

 

Føroyar vóru á odda 15-5 áðrenn Spania kom nøkulunda fyri seg. Verjan hevur staðið væl, og Føroyar hava skorað upp á 75 prosent av málmøguleikunum.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur spælt besta hálvleikin nakað føroyskt hondbóltslandslið nakrantíð hevur spælt móti so sterkari mótstøðu. 

 

Pauli Jacobsen í málinum hevur stórspælt og hevur bjargað 53 prosent av málroyndunum hjá Spania í fyrra hálvleiki. 

 

Málskjúttar: Hákun West av Teigum 6/6, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4/5, Ísak Vedelsbøl 4/5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4/9, Pauli Mittún 2/2, Sveinur Olafsson 1/1