HM-fjórðingsfinalur í kvøld

Av teimum 24 liðunum, sum byrjaðu HM-endaspælið í manshondbólti í Spania, eru bara átta eftir, nú fjórðingsfinalurnar eru á skránni í kvøld.

 

Teir fýra dystirnir eru:

Danmark - Ungarn

Frakland - Kroatia

Spania - Týskland

Russland-Slovenia.

 

Hálvfinalurnar verða fríggjadagin, og sær skráin soleiðis út:

Danmark ella Ungarn - Kroatia ella Frakland

Spania ella Týskland - Russland ella Slovenia

 

Danskir honmdbóltsviðmerkjarar eru á einum máli um, at Danmark fer at vinna á Ungarn í kvøld. Danski venjarin, Ulrik Wilbek, hevur kortini ávarað um, at Ungarn er eitt gott lið við Laszlo Nagy (myndin) sum teirri størstu stjørnuni. Wilbek sigur tó, at fáa danir tað skjóta spælið at rigga, vinnur Danmark.