HM finalupláss uppá spæl

Liðini sum fara inn á vøllin á Green Point Stadium í Cape Town eru, Uruguay og Holland. Uruguay byrjaði HM við at spæla javnt 0-0 ímóti Fraklandi. Síðani vunnu teir á hinum báðum liðnum í bólki A, Meksiko og Suðurafrika. Eftir bólkaspælið stóð Suðurkorea á skránni, tá gjørdist Luis Suárez stóran hetjan við tveimum málum. Í fjórðingsfinaluni máttu brotsspørk til áðrenn Uruguay vann sær eitt pláss í hálvfinalinum. Teir eru í kvøld uttan Luis Suárez, sum fekk reytt kort ímóti Ghana, tá hann í 120. minutti bjargaði á strikuni við hondini. Søguligt hevur Uruguay klára seg væl í HM høpi. Teir hava vunnið HM tvær ferðir, í 1930 og 1950.

 

Hitt liðið í hálvfinaluni er Holland, sum í bólkaspælinum gjørdi av við Danmark, Japan og Kamerun. Í fyrsta umfari eftir bólkaspæl, stóð Slovakia á matarlepanum. Her vann Holland 2-0. Tað sá leingi út til, at Holland fór at tapa fjórðingsfinaluna ímóti Brasil, men eitt sjálvmál og ein stútari frá Wesley Snejider vendu dystinum. Holland hevur tvær ferðir fyrr verið í einum HM finalu. Tað var í 1974 og 1978. Holland tapti báðu ferðirnar, fyrst fyri Vestur Týsklandi og síðani fyri Argentina.

 

Dysturin í kvøld byrjar kl 19.30 og vinnarin vinnur tann størsta vinningin higartil - nemmiliga eitt HM finalupláss!