Eftir 15 dagar er alt til reiðar til HM-finaluna í kvinnuhóndbólti í Japan.
Klokkan 11.30 sunnudag fyrrapart bresta Spania og Niðurlond saman, eftir at báðar tjóðirnar heldur óvæntað, spældu seg allan vegin í finaluna.
Dysturin kann stroymast niðast á hesu síðu umvegis altjóða hondbóltssambandið
Sí eisini:
HM: Niðurlond skelkaðu Russland og fóru í finaluna
Enn ein HM-skelkur: Spania smurdi Norra av
Hvørki Spania ella Niðurlond hava vunnið eitt EM- ella HM-endaspæl fyrr.
Bestu úrslitini hjá Spania eru EM-silvur í 2008 og 2014, HM-bronsa í 2011 og OL-bronsa í 2012.
Niðurlond hava fingið síni bestu úrslit seinastu fýra árini. Tað byrjaði við HM-silvuri í 2015, EM-silvuri í 2016 áðrenn tað gjørdist til bronsumerki við HM og EM í ávikavist 2017 og 2018.
Hesa fimtu ferðina, at liðið fer at fáa heiðursmerki er serliga serstakt, tí at stóra stjørnan frá seinastu fýra endaspølunum, Nycke Groot, spælir ikki á landsliðnum longur.
Klokkan 8.30 sunnumorgunin spæla Norra og Russland um bronsumerkini.
Bronsudysturin og HM-finalan kunnu stroymast her niðanfyri:
Klokkan 8.30: Norra - Russland (bronsudystur)
<iframe frameborder="0" height="315" width="560" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" src="https://www.youtube.com/embed/IzdH_O_nZL4"></iframe>
Klokkan 11.30: Spania - Niðurlond (HM-finala)
<iframe frameborder="0" height="315" width="560" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" src="https://www.youtube.com/embed/XYWf5V6z_r4"></iframe>










