Royndu portusisisku leikararnir, Bruno Fernandes og Pepe eru rúkandi óðir um, at argentinski dómarin, Facundo Tello var settur at døma fjórðingsfinaluna millum Portugal og Marokko.
Ein dystur Portugal, hóast stóra yvirvág í spæli og málmøguleikum tapti 0-1 fyri Marokko, ið skrivaði søgu við at gerast fyrsta afrikanska liðið í einari HM-hálvfinalu.
Bæði Fernandes og Pepe søgdu við miðlar aftaná fjórðingsfinaluna, at tað var ein skeiv avgerð at lata Facundo Tello døma fjórðingsfinaluna: - Tað er fullkomuliga ónøktandi, at ein argentini dømdi okkara dyst, segði Pepe.
Ígjár vóru tað argentinsku leikararnir, Lionel Messi og Emi Martinez sum vóru óðir um spanska dómaran, Antonio Mateu Lahoz fyri hansara avrik í fjórðingsfinaluni millum Argentina og Niðurlond, ið Argentina vann 4-3 aftaná brotssparkskapping. Messi og Martinez ákærdu spanska dómaran fyri at geva niðurlendska liðnum fyrimunir undir dystinum.
- Aftaná tað sum hendi ígjár, og við tí sum hendi við Messi, so fáa vit ein argentinskan dómara. Aftaná tað eg havi verið vitni til í dag, so kunnu teir tað sama geva Argentina HM-steypið nú, segði ein óður Pepe aftaná dystin.
Bruno Fernandes tók undir við Pepe, og er serliga óður um, at argentinski dómarin ikki dømdi eitt brotsspark, ið Fernandes helt seg eiga í fyrra hálvleiki: - Tað er ógvuliga løgið at hava ein argentinskan dómara, tá teirra lið enn er í kappingini, og vit hava ikki ein portugisiskan dómara eftir í kappingini. Okkara dómarar døma í Champions League, og teir hava góðskuna og støðið til at vera her. Argentinskir dómarar døma ikki Champions League. Teir eru ikki vanir við slíkar dystir. Teir hava ikki tað sum krevst til at døma slíkar dystir, segði ein ørkymlaður Bruno Fernandes aftaná dystin.