Allan Mørkøre, sum er ein av teimum royndastu leikarunum á landsliðnum, er, eins og øll onnur, vónbrotin um, at vit enn einaferð trektu russar og jugoslavar.
? Nei, tað passar ikki, sigur hann tá vit bera honum boðini.
Men tað er kortini minni enn so, at hann letur seg merkja av teimum, tí hann tað er skjótt at hann staðfestir, at tað eru góðir møguleikar í hesum bólkinum.
? Øll lið eru trofør, men vit eiga at kunna vinna á Luxembourg, og tá vit til dømis hugsa um, at russar ikki eru so sterkir, sum teir vóru fyri fáum árum síðani, so er ikki ómøguligt, at vit t. d. endiliga fara at taka stig frá teimum stóru.
Hann nevnir Russland sum eitt dømi.
Kortini heldur Allan, at føroyingar eiga at leggja doyðin á, at fáa góðu úrslitini heima.
? Hóast tað kanska er møguligt at taka stig frá russum, so verður tað sera torført. Tí eiga vit at gera alt fyri at klára okkum væl á heimavølli, sigur Allan, sum heldur at øll liðini eru góð.
? Tvey er við til EM, og harafturat koma Russland og Sveits, sum hevur eitt gott landslið, sjálvt um landskappingin ikki er so høgt í metum, sigur Allan Mørkøre, sum sær fram til at sleppa at berjast við teir stóruc