HM-fótbóltur er sálarbót

Hóast tað er spell, at stórur partur av bestu árstíðini verður nýttur fyri skíggjan, so heldur Eyðun Joensen, at tað bara er sunt fyri fólkasálina, at fótbóltsfjepparar kring allan heim tosa sama mál í hesum døgum

Fótbóltur

Hjá nógvum setir HM-fótbólturin í løtuni dagsskránna. Neyvan finst nakað annað tiltak, sum hevur so stóran áhuga millum íbúgvar í øllum heimspørtum, sum fótbólturin.  Tað er bara gott fyri okkum at hyggja eftir HM, heldur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur.
Fleiri hundrað milliónir íbúgvar úr øllum heiminum sita hvønn dag, nú HM-kappingin er á skránni í Týsklandi, savnaðir framman fyri sjónvarpsskíggjan fyri at fylgja sínum landsmonnum. Men er tað gott at sita summarið á tamb og øsa seg upp um fótbólt? Henda spurningin settu vit Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi:
- HM-fótbólturin skaðar okkum so avgjørt ikki  tvørturímóti. Tað er bara gott, at vit onkuntíð øll í felag kunnu vera saman um eitthvørt. Í løtuni prátar allur heimurin um fótbólt. Eg eri eitt nú júst í Skotlandi, og hvørja ferð ein dystur er á skránni, eru øll vertshúsini á tremur við fótbóltsfjepparum, ið spentir fylgja við HM á stórskíggja. Tað er tað sosiala, sum er so óført, heldur Eyðun Joensen.
- Tað einasta, sum kanska átti at verið eitt vet øðrvísi, er, at vit nýta ov stóran part av summarinum framman fyri sjónvarpsskíggjanum. Hevði HM verið á skránni eina aðra árstíð, hevði tað verið framúr, sigur Eyðun Joensen.