Heimsmeistarakappingin í manshondbólti var skotin í gongd í gjár. Kappingin verður avgreidd í Danmark og Týsklandi. Tann fyrri dysturin í gjár var ímillum Týskland og sameinda Korea í Berlin, og hesin dysturin gjørdist ein avgreiðsluspurningur hjá Týsklandi og endaði 30-19.
Tann seinni dysturin var spældur í Keypmannahavn og endaði 39-16 til Danmark ímóti Kili.
Danski spælskiparin, Rasmus Lauge, spælir við bundesligaliðinum Flensburg Handewitt. Flensburg er oddalið í týsku bundesligaðini og hevur ikki tapt tað seinasta hálva árið.
Men tað hevur sínar vansar at skula spæla í týsku Bundesligaðini. Fleiri og fleiri leikarar velja hana frá, tí tað eru alt ov nógvir dystir at spæla. Tá man eisini hevur Champions league og steypakapping við síðuna av kann man verða noyddir at spæla dystir dag um dag.
Rasmus Lauge velur at gera sum nógvir aðrir og flyta til ungarskan hondbólt komandi kappingarárið. Tað er nóg hart kroppsliga vanligt, hjá einum bundesligaspælara, og nú er HM skotið ígongd, og ætlar man at náa at dystast um heiðursmerkini, skal man spæla 10 dystir uppá 18 dagar.
– Vit hava tosað um hetta mangan, hetta er ein ovurstór byrða, og tað sæst eisini á spæli okkara. Tað er ofta teir seinastu dystirnir har okkara spæl kemur at halta.
– Tað er jú tankavakjandi, at dystirnir sum koma at avgera kappingina, eru teir vánaligastu.
Soleiðis segði Rasmus Lauge við danskar miðlar eftir dystin í gjár
Næsti dysturin hjá danska landsliðinum verður leygarkvøldið í Herning. Hesuferð verða tað Tunesia, ið fer at royna at stegða svongu dønunum, ið royna at vinna sítt fyrsta heimsmeistaraheiti í søguni. Dysturin verður vístur á donsku sjónvarpsrásini TV2.