Á endahátíðarhaldinum, sum var á Hotel Føroyum eftir seinasta dystin, vóru bestu spælararnir í kappingini valdir. Av teimum seks heiðurunum fekk føroyska liðið tveir. Sofía Purkhús varð kosin sum besti áleypari í kappingini. Birgit Guttesen vann heiðurin sum besti diagonalur. Tað vóru venjararnir hjá øllum liðunum, sum valdu hesar spælararnar.
Umframt tað, so fekk Sofía Purkhús heiðurin sum besti føroyski spælarin. Spælararnir fingur eina standmynd av Kópakonuni.
Harmframt lat Tórshavnar Kommuna gávur til dómararnar og tekniska eftirlitsleiðaran umframt at Mentamálaráðið lat bók um føroyska list til luttakandi londini.
Hesi blivu heiðraði:
Týdningarmesti spælarin: Ioanna Leonidopu, Kýpros – latið Tórshavnar Kommuna
Besti hevari: Ioanna Leonidou, Kýpros – latið Fuglafjarðar Kommuna
Besti diagonalur: Birgit Guttesen, Føroyar – latið Sørvágs Kommuna
Besti miðblokkur: Antri Jordanou, Kýpros – latið Nes Kommuna
Besti áleypari: Sofía Purkhús, Føroyar – latið Vága Kommuna
Besti libero: Elena Mosfilioti, Kýpros – latið Tvøroyrar Kommuna
Besti heimligi spælarin: Sofía Purkhús, Føroyar – latið Klaksvikar Kommuna