HM í manshondbólti
Altjóð hondbóltssamgongan er í hesum døgum á fundi í Kairo í Egyptalandi.
Har skal millum annað takast støður til, hvar HM-endaspølini skulu spælast næstu árini.
Tað var longu greitt, at næsta endaspæl hjá monnum verður í Egyptalandi í 2021, og at tað verður í Svøríki og Póllandi í 2023.
Í dag var so støða tikin til, at næstu tvey endaspølini eftir hetta verða eisini í Evropa.
Í 2025 verður HM í trimum londum - eins og EM var tað herfyri.
Tað verða Norra, Danmark og Kroatia, sum verða vertstjóðir. Hálvfinalur og finalur verða spældar í Norra.
Í 2027 verður Týskland vertur.
HM í kvinnuhondbólti
Hjá kvinnum var longu greitt, at HM verður hildið í Spania í 2021 og í Danmark, Norra og Svøríki í 2023.
Í dag gjørdist greitt, at Týskland og Niðurlond verða vertir í 2025 og Ungarn verður einsamallur vertur í 2027.
Ungdóms-HM
Á fundinum var eisini avgjørt hvar endaspølini í ungdóms-HM verða leikt:
2020: U20-kvinnur: Rumenia
2021: U21-menn: Ungarn
2022: U20-kvinnur: Slovenia
2023: U21-menn: Týskland
2024: U20-kvinnur: Norðurmakedónia
2025: U21-menn: Pólland