HM, dagur 1: Samanumtøka, úrslit og hæddarpunkt

in.fo tekur saman um HM í kvinnuhondbólti saman við sosialu miðlunum

Fyrsti dagur við HM gav tríggjar greiðar norðurlendskar sigrar og okkurt heilt óvæntað úrslit.

 

Sí eisini:HM byrjaði við øgiligum skelki

in.fo tekur her saman um fyrsta dagin við hjálp frá sosialu miðlunum:

Bólkur ALiðDystirMálmunurStig
1Norra1312
2Serbia172
3Slovenia162
4Niðurlond1-60
5Angola1-70
6Kuba1-310

Serbia - Angola 32-25

Niðurlond - Slovenia 26-32

Norra - Kuba 47-16

Í bólki A vann Norra væntaði stórsigurin ímóti Kuba, og tað var eisini um reppið at tær norsku tóku metið fyri flest mál í einum HM-dysti. Tað meti átti Norra frammanundam við 48 málum í einum dysti ímóti Uruguay í 2001. Serligur spenningur var áðrenn dystin ímillum Niðurlond og Slovenia. Niðurlendska heimsstjørnan, Nycke Groot, hevur takkað fyri seg á landsliðnum. Slovenia hevur hinvegin ein hin mest spennandi leikaran í Evropa, 22 ára gomlu Tjasu Stanko, á liðnum. Slovenska stórtalentið var eisini í serflokki við 12 málum, tá ið Slovenia vann greiðan sigur á bronsuvinnarunum frá 2017. Sí samandrátt av avrikinum hjá Stanko niðanfyri.

<iframe frameborder="0" height="476" width="476" allowfullscreen="true" allowtransparency="true" scrolling="no" style="border:none;overflow:hidden" src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fihf.info%2Fvideos%2F496333317905060%2F&amp;show_text=0&amp;width=476"></iframe>

Bólkur LiðDystirMálmunurStig
1Danmark1252
2Týskland162
3Suðurkorea122
5Frakland1-20
6Brasil1-60
7Avstralia1-250

Týskland - Brasil 30-24

Frakland - Suðurkorea 27-29

Danmark - Avstralia 37-12

Í bólki B hendi helt stóri skelkurin, tá ið ráðandi Heims- og Evropameistararnir úr Fraklandi máttu lúta ímóti Suðurkorea, ið veruliga tykist aftur at hótta heimsoddin, eins og í nítiárunum og nullunum. Stóri spenningurin í bólkinum var eisini um, hvussu Týskland og Brasil møttu upp til kappingina, og svarið var, at Týskland er væl betri fyri enn Brasil, sum ikki tykist at nærkast hæddunum frá Heimsmeistaraheitinum í 2013 hesaferð. Danmark var stórfavorittur ímóti Avstralia og kundi eisini goyma sær megi til dystin ímóti Suðurkorea í morgin.

Sí framúr avrik frá høgra bakkinum hjá Korea, Eun Hee Ryu niðanfyri.

<iframe frameborder="0" height="476" width="476" src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fihf.info%2Fvideos%2F279370513009577%2F&amp;show_text=0&amp;width=476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Bólkur CLiðDystirMálmunurStig
1Ungarn1242
2Spania1142
3Montenegro142
4Senegal1-40
5Rumenia1-150
6Kasakstan1-240

Montenegro - Senegal 29-25

Rumenia - Spania 16-31

Ungarn - Kasakstan 39-15

Senegal vísti seg fínt fram ímóti Montenegro í bólki B, og stóri skelkur var, at Spania vant so mikið væl burtur úr Rumenia, sum hevur fingið fleiri avboð til HM eftir eina dopinggølu. Kortini eru heilt stóru stjørnurnar, Cristina Neagu og Crina Pintea við, men tær fingu rætt og slætt ikki bóltin í málið. Sí sponsku málverjarnar taka pippið frá rumenum niðanfyri.

<iframe frameborder="0" height="476" width="476" src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fihf.info%2Fvideos%2F429943414349952%2F&amp;show_text=0&amp;width=476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Bólkur DLiðDystirMálm.Stig
1Russland1152
2Svøríki1102
3Japan142
4Argentina1-40
5DL Kongo1-100
6Kina1-150

Japan - Argentina 24-20

Russland - Kina 26-11

Svøríki - DL Kongo 26-16

Í bólki D mundi stóri spenningurin vera, um Japan ella Argentina skuldi kappast um triðja plássið aftanfyri Russland og Svøríki. Japansku vertirnir drógu longra stráið til stóra frøi fyri áskoðararnar. Sí góða lagið niðanfyri:

<iframe frameborder="0" height="315" width="560" src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fihf.info%2Fvideos%2F430463204301583%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Sí tíggju tær bestu støðurnar frá degi 1, sambært IHF, niðanfyri

 

<iframe frameborder="0" height="315" width="560" allowfullscreen="true" allowtransparency="true" scrolling="no" style="border:none;overflow:hidden" src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fihf.info%2Fvideos%2F423394568564384%2F&amp;show_text=0&amp;width=560"></iframe>