Tað kemur dátt við hjá týska stórliðnum, Bayern München, at málverji teirra, Manuel Neuer er úti restina av kappingarárinum við skaða aftaná hann breyt beinið í einum skíðóhappi.
Bayern ætlar tí at knýta kroatiska málverjan, Dominik Livakovic aftrat hópinum hjá sær. Hetta veit italski blaðmaðurin, Nicolo Schira at fortelja.
Livakovic hevur havt eina ótrúliga HM-kapping, og hevur verið tann klárt besti málverjin í kappingini higartil, og eigur sín stóra lut í, at Kroatia hevur vunnið seg í HM-hálvfinaluna móti Argentina. Ein dystur sum verður spældur í kvøld klokkan 19.
27 ára gamli kroatiski landsliðsmálverjin hevur higartil havt 23 bjargingar, og tað eru fleiri bjargingar enn málverjarnir hjá hinum HM-hálvfinaluliðunum hava tilsamans.
Livakovic er annars málverji hjá Dinamo Zagreb í bestu kroatisku fótbóltsdeildini.
Alexander Nübel hevur annars verið eykamálverji hjá Bayern München, men nú ætlar týska stórliðið at knýta kroatiska landsliðsmálverjan aftrat hópinum.