Í morgin klokkan 15 byrjar HM-finalan millum Frakland og Argentina.
Fraklendingar hava verið óttafullir seinnu dagarnar. Raphael Varane, Ibrahim Konaté og Kingsley Coman hava verið uttanfyri við einari virus. Haraftrat óttaðust fraklendingar fyri Aurelien Tchouaméni, ið hevði trupuleikar við mjødnuni, og ein møguligan knæskaða hjá Theo Hernandez.
Men í dag kundi alt Fótbólts-Frakland anda lættan. Allir vandu við franska hópinum í dag, og eru sostatt allir leikararnir tøkir til HM-finaluna í morgin klokkan 15.