Grønlendska kvinnulandsliðið tapti sum væntað eisini triðja dystin í innleiðandi bólki C í HM-endaspælinum í hondbólti.
Í dag gjørdist talan um eitt 23-43 tap fyri Eysturríki. Í steðginum var Eysturríki á odda 20-13.
Grønland var væl við stóran part av fyrra hálvleiki, og ta einu løtuna vóru bert trý mál á muni áðrenn Eysturríki megnaði at skjóta nøkur skjót mál undan steðginum.
Leingi lá munurin í seinna hálvleiki um tey 10 málini, men seinastu løtuna fall Grønland og Eysturríki kundi økja munandi um leiðsluna.
Eysturríki fylgir Noreg og Suðurkorea til millumspælið, og tær taka tvey stig við sær orsaka av 30-29 sigrinum tær vunnu á Suðurkorea.
Grønland skal nú spæla um endastøðurnar millum nummar 25 og 32, og tað fer at geva teimum mótstøðulið, ið tær vónandi kunnu vinna á.
Grønland – Eysturríki 23-43 (13-20)
Grønland: Ivalu Cecilie Bjerge 5, Lykke Hansen 5, Josefine Gadgaard 2, Andrea Heilmann 2, Ivaana Holm 2, Nivi Jensen Petersen 2, Ane-Sofiannguaq 1, Anja Labansen Heilmann 1, Aviana Kajangmat 1, Nuunu Lukassen 1, Sandra Rothberg 1.
Eysturríki: Katarina Pandza 8, Santina Sabatnig 6, Ines Ivancok 5, Kristina Dramac 4, Lilli Gschwentner 4, Claudia Wess 4, Sonja Frey 3, Josephine Huber 3, Ana Pandza 2, Lena Ivancok 1, Stefanie Kaiser 1, Patricia Kovacs 1, Johanna Reichert 1.











